Aftur í ár ferð Reyði Krossur Føroya at heiðra ársins fyrstihjálpara, og í hesum sambandi sóknast Reyði Krossur eftir uppskotum til, hvør skal heiðrast.
– Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp. Eisini verður Ársins Barnaheiður latin børnum, ið hava útint serstakt avrik innan fyrstuhjálp, sigur Reyði Krossur.
– Við hesum tiltakinum vil Reyði Krossur varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp, og eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.
Øll kunnu senda inn uppskot. Freistin at senda inn uppskot er 1. februar. Øll innkomnu uppskotini verða viðgjørd av dómsnevnd í fyrstuhjálpini hjá Reyða Krossi.
Uppskot kunnu sendast Reyða Krossi her, ella á [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald