Mentan

Reyður himmal í Filmsfelagnum

Filmurin fekk Silvurbjørnina í Berlin

2024-05-30 09:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eftir sagnarkenda filmin um kópakonuna í Berlin, “Undine”, og tíðarleysa flóttan í Marseille í filminum “Transit”, er týski meistarin, Christian Petzold, frammi við nýggjum filmi – “Roter Himmel”. Týska filmsstjørnan, Paula Beer, hevur aftur høvuðsleiklutin. Hana sóu vit eisini í holoucaustfilminum “Stella” fyri tveimum vikum síðan.

Tá Leon og Felix (Thomas Schubert og Langston Uibel) koma til vøkru summarhúsini við týsku strondina í Eystrasalti, er ætlanin, at egosentriski Leon skal halda fram at skriva aðru bókina, og Felix skal fyrireika seg at sleppa inn á listaháskúlan.

[object Object]

Men hin lívliga vertinnan, Nadja (Paula Beer), órógvar alt arbeiðið, ikki minst tá um kærleikan ræður. Men brádliga verður himmalin upplýstur av skógareldi, ið náðileyst tekur seg fram eftir sólsvidna lendinum, og etur seg nærri og nærri vinfólkunum, sum eru í summarhúsinum við strondina.

Nýggjasti filmurin, eitt karakterdrama, hjá fremsta týska leikstjóranum, fekk Silvurbjørnina í Berlin. Týskir filmsummælarar, Verband der deutschen Filmkritik, hevur givið “Roter Himmel” virðisløn sum besti filmur í ár og við besta handriti. Altjóða ummælarar siga eisini, at hetta er stuttligasti filmur hjá hinum ofta álvarsama Petzold.

“Reyður himmal” verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið kl. 20 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder