2020-02-04 11:58

Í gjár slitnaðu samráðingarnar millum Reykjavíkar kommunu og fakfelagssamtakið Efling, ið við 14.000 limum er næststørsta fakfelagið í Íslandi.
Tí fara 1850 kommunal starvsfólk í verkfall í dag klokkan 12.30 og fram til á midnátt.
Kringvarpið skrivar, at verkfallið rakar barnagarðar, røktarheim og ruksinnsavningina.
Næsta semingsroynd verður seinnapartin í morgin, og um einki kemur burturúr tá, halda verkføllini fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald