Innanlands

Reyni Service aftur á rættari kós

Fyritøkan sum síðani 1980 hevur umboðað Toyota bilarnar, hevði í fjør eitt avlop upp á 5 milliónir krónur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-07-10 19:42 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Reyni Service er aftur á rættari kós, har úrslitið síðstu 2 árini er økt frá 2 mió.kr. til 5 mió.kr.  

Søgan hjá Reyni familjufyritøkuni byrjaði í 1947 í Rættará. Tað var Sigurd av Reyni sum tá átti og rak fyritøkuna. Fram til 1980 umboðaði Reyni fyritøkan enska bilmerkið Morris. Eivind av Reyni tók síðani við eftir pápan sum stjóri. Síðani 1978 hevur Reyni Service haft sítt virksemið við Vegin Langa í Hoyvík og í Klaksvík. Síðan 1980 hevur Reyni Service selt og umboða vælumtóktu Toyota bilarnar, sum síðani 1986 í mong ár hava verið mest seldu bilar í Føroyum. Í dag er tað Sámal av Reyni, sum er triðja ættarlið eftir Sigurd av Reyni, sum er eigari og stjóri í Reyni Service. 

Roknskapurin hjá Reyni - Service P/F fyri roknskaparárið 2021 vísir, at bruttovinningurin øktist úr 31,6 mió.kr. til 35,2 mió.kr., sum er ein vøkstur á 11 prosent.  

Starvsfólkakostnaður var 26,8 mió.kr. í 2021. Tað starvaðust samanlagt 60 starvsfólk hjá Reyni – Service í 2021 sambært roknskapinum.

[object Object]

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt Ebidta, var 8,3 mió.kr., samanborið við 6,3 mió.kr. í 2020. Talan er tí um ein vøkstur á 2,1 mió.kr. ella 33 prosent.

Ársúrslitið fyri 2021 var eitt avlop upp á 5 mió.kr., sum er 2,2 mió.kr. ella 83 prosent betur enn í 2020.   

Aðalfundurin samtykti at luta 2,4 mió.kr. út til eigaran sum vinningsbýti. 

Fíggjarjavnin hjá Reyni - Service er øktur úr 130 mió.kr. í 2020 til 133,1 mió.kr. í 2021.  

Støðisognin er 69,7 mió.kr. sum er á sama støði sum í 2020. 

Ognir í umferð eru øktar úr 60,6 mió.kr. í 2020 til 63,4 mió.kr. í 2021. Serliga kann síggjast at áogn fra atknýttum fyritøkum eru økt úr 13,1 mió.kr. í 2020 til 16,9 mió.kr. í 2021. Vøru og tænastuáogn er somuleiðis økt við 1,7 mió.kr. til 9,8 mió.kr. í 2021. 

Eginognin hjá Reyni - Service var í 2021 59,7 mió.kr. Trygdarevnið var 45 prosent, sum má metast at vera gott.   

Langfreistaða skuldin hjá Reyni Service var í 2021 18,6 mió.kr. samanborið við 21,2 mió.kr. í 2020. Stuttfreistaða skuldin er hinvegin vaksin úr 42,9 mió.kr. í 2020 til 45,2 mió.kr. í 2021.  

Um hugt verður eftir lyklatølunum hjá Reyni - Service so sæst, at ognaravkastið, sum er úrslitið áðrenn fíggjarpostar í mun til samlaða fíggjarjavnan, var 3,1 prosent. Ognaravkastið er væl betur enn í 2020, men er lægri enn hjá fleiri øðrum bilasølum.

Eginpeningsavkastið var rímiliga gott í 2021, 11 prosent, sammett við 6 prosent í 2020. 

Gjaldførið hjá Reyni - Service var eisini gott í 2021, við tað at gjaldførislutfallið var 133 prosent.

Samanumtikið er úrslitið hjá Reyni – Service rímiliga gott og er eisini væl betri í 2021 enn í 2020.    

Stjóri í Reyni – Service P/F er Sámal Av Reyni. Nevndarformaður er Árni Tór Rasmussen.  

Eigari av Reyni - Service P/F er felagið RS47 P/F, har Sámal av Reyni eigur meir enn 5 prosent.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder