Yvir 2.000 fólk vórðu í gjár flutt frá økjum á griksku frítíðaroynni Rhodos, sum er hart rakt av náttúrueldum.
Ein stórur skógareldur hevur herjað oynna í fimm dagar, og enn hava tey ikki fingið tamarhald á eldinum, boðar grikska sjóverjan frá, sambært Reuters.
Griskt sjónvarp hevur víst myndir av ferðafólkum, sum standa í longum bíðirøðum við viðføri sínum og bíða eftir at verða sigld frá raktu økjunum nærhendis býirnar Kiotari og Lardos í landsynningspartinum av oynni.
Aftan fyri tey síggjast tjúkk roykskýggj frá økinum, har eldurin herjar.
Sjóverjan og eitt stórt tal av privatbátum eru sett inn fyri at flyta fólkini til tryggari økir.
- Vit hava gjørt eina eldgeil rundan um bygdina Laerma, men eitt skifti í vindinum gjørdi, at eldurin bara vaks og breiddi seg til frítíðarøkir, sigur varaborgarstjórin í Rhodos, Konstantinos Taraslias við Reuters í gjár.
Ímeðan stríddust sløkkiliðsfólk við at fáa tamarhald á eldinum, og tað er sera trupult orsaka av vindinum. Úr luftini blaka flogfør vatn yvir logarnar. Slovakia hevur eisini sent fólk til Rhodis fyri at hjálpa til.
Roynt verður at basa eldinum úr luftini (Mynd: EPA)
Avlýsa ferðir
Í gjár vórðu tilsamans 70 skógareldar staðfestir kring um í Grikkalandi, skrivar Ritzau.
Í dag er vænta, at hitin á Rhodos og øðrum grikskum oyggjum kemur upp á 45 stig.
Orsaka av eldsbrununum og nógva hitanum, eru ferðafyriskiparar farnir at avlýsa ferðir til Rhodos. Eitt nú hevur felagið Tui avlýst allar ferðir til oynna hetta til og við týsdagin, skrivar Ritzau.
Fólk standa við strendurnar og bíða eftir at verða flutt burtur í bátum (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald