Innanlands

RIB: Sigldu við ov nógvum ferðandi

Fleiri enn 12 ferðafólk vóru í tveimum av teimum skjótgangandi bátum, ið Brimil kannaði

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

2019-08-05 09:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í sambandi við Ovastevnuna var nógv virksemi við RIB bátum á Nólsoyarfirði. Brimil var, sambært Vørn, í økinum og fór at kannað tríggar RIB bátar

Hjá tí eina bátinum var alt í lagi, men hinir báðir høvdu ov nógv ferðafólk. Loyvt er at hava í mesta lagi 12 ferðafólk í slíkum báti.

Løgreglan varð boðsend og kom á staðið beinanvegin.

Vørn skrivar, at í góðum samstarvi við Sjóvinnustýrið og Politiið verður eitt vakið eyga hildið við hesum virksemi í framtíðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder