Uttanlands

Riggar ikki beinanvegin: Vórðu smittað eftir koppseting

Koppingarevnið riggar ikki frá tí løtu, tað verður sproytað inn, og tað riggar best, tá mann hevur fingið seinnu koppsetingina, sigur danskur professari

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-01-08 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Danmark eru fleiri starvsfólk og búfólk á einum røktarheimi í Aarhus vorðin smittað við covid-19, eftir at tey eru vorðin koppsett.

Sambært Jens Lundgren, professara í ígerðarsjúkum, er ein einføld orsøk til hetta.

Koppingarevnið byrjar fyrst at rigga tvær vikur eftir, persónurin er vorðin koppsettur, og tað verður ikki 95 prosent effektivt, fyrr enn viðkomandi hevur fingið seinnu koppsetingina.

– Koppingarevnið riggar ikki frá tí løtu, tað verður sproytað inn. Tað merkir tó ikki, at tað ikki riggar at koppseta, sigur Jens Lundgren við TV2.

Jens Lundgren mælir til, at mann sær seg sjálvan sum óvardan móti smittuni tær fyrstu vikurnar, eftir mann er vorðin koppsettur. Inntil tá er enn vandi fyri, at mann kann verða smittaður við covid-19 eins og tey, ið ikki eru vorðin koppsett.

Danska Sundhedsstyrelsen hevur eisini mælt til, at fólk, sum hava havt covid-19 bíða við at verða koppsett til ein mánað eftir, at tey eru staðfest frísk. Hetta kann gerast trupult, tá seinna koppsetingin eisini skal gevast innan fyri seks vikur, ásannar Jens Lundgren.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder