Talið á teimum deyðu eftir tey átta yvirgangsálopini í Sri Lanka í gjár er komið upp á 290.
Harav vóru tríggir danskir ríkisborgarar, og danskir miðlar skriva í morgun at talan vóru um børn hjá milliardinginum Anders Holch Povlsen, sum eigur Bestseller.
Jesper Stubkier, talsmaður hjá Bestseller, váttar fyri TV2, at Anders Holch Povlsen og kona hansara hava mist trý børn í álopunum. Fleiri viðmerkingar verða ikki gjørdar, sigur hann.
24 fólk eru higartil handtikin í sambandi við álopini í Sri Lanka.
Sjey sjálvmorðsbumbumenn stóðu aftanfyri seks av bumbubrestunum, vísa kanningarnar sambært stjórnuni í Sri Lanka. Stutt tíðarbil var millum fyrstu seks brestirnir í trimum kirkjum, og trimum hotellum.
Seinni vóru tveir brestir afturat. Tann eini undir einari politiatsókn har tríggir løgreglumenn doyðu. Eftir hetta brast enn ein bumba á einum hotelli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald