placeholder
Innanlands

Ríkisfundur í Nuuk í dag

Mette Frederiksen, Jens-Frederik Nielsen og Beinir Johannesen skulu eisini hitta Ursulu von der Leyen, ES-nevndarforkvinnu.

Ríkisfundurin verður í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk (Savnsmynd)

Ríkisfundurin verður í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk (Savnsmynd)

2026-09-07 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag hittast danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, grønlendski landsstýrisformaðurin Jens-Frederik Nielsen og Beinir Johannesen løgmaður á hálvárliga ríkisfundinum, sum hesa ferð verður í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk.

Á fundinum í dag fara teir tríggir stjórnarleiðararnir at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum, og í morgin verður fundur í samstarvsráðnum, har danski uttanríkismálaráðharrin, løgmálaráðharrin og verjumálaráðharrin luttaka, umframt grønlendsku og føroysku landsstýrisfólkini á hesum økjum - harímillum Aksel V. Johannesen og Bárður á Steig Nielsen.

Eisini skulu teir tríggir stjórnarleiðararnir hitta ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, sum eisini vitjar í Nuuk í hesum døgum.

Dagførd kl. 10.02

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder