Vanliga eru ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum á skrá um summarið. Á fundunum, sum vórðu í Nuuk í summar, varð tó avtalað, at Føroyar, Danmark og Grønland framyvir skulu royna at hittast tvær ferðir um árið. Tí verður skipað fyri ávegis ríkisfundi og samstarvsráðsfundi longu nú í januar.
Londini skiftast um at vera vertir fyri fundunum, og við ársbyrjan tók Danmark yvir formansskapin frá Grønlandi. Regluligi ríkisfundurin og fundurin í samstarvsráðnum verða í Danmark síðst í juni í ár.
– Tað hevur týdning, at Føroyar, Danmark og Grønland møtast regluliga á ráðharrastigi. Vit uppliva, at trygdarpolitiska støðan í heiminum gerst alsamt meiri spent. Bæði við krígnum í Ukraina, og nú seinast við krígnum í Miðeystri. Fundirnir eru eitt gott høvi at tosa saman um støðuna, og hvussu hetta ávirkar samstarvið millum londini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Til ríkisfundin, luttaka løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede. Á fundinum fara tey trý at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum.
Fundur í samstarvsráðnum
Síðani verður fundur í samstarvsráðnum, har eisini landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum luttaka saman við viðkomandi donskum og grønlendskum ráðharrum.
Á fundinum skulu londini umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna, umframt samstarvið millum londini og samstarvið í mun til Arktiska ráðið.
Hesi luttaka á fundinum í samstarvsráðnum
Føroyar: Aksel V. Johannesen, løgmaður; Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum; og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Danmark: Mette Frederiksen, forsætisráðharri; Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri; Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri; og Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri
Grønland: Múte B. Egede, landsstýrisformaður; Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkis- og sjálvstýrismálum; og Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í vinnu-, ráðevnis-, lógar- og javnstøðumálum
Løgmansskrivstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald