Innanlands

Ríkisfundur verður í Keypmannahavn í morgin

Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri ávegis ríkisfundi og fundi í samstarvsráðnum í januar mánaði. Vanligu fundirnir verða í Føroyum í summar

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2025-01-09 08:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag fara fýra landsstýrisfólk við løgmanni á odda til Keypmannahavnar á ríkisfund og fund í samstarvsráðnum.

Hetta er aðru ferð at skipa verður fyri ávegis ríkisfundi og fundi í samstarvsráðnum í januar mánaði. Fyrstu ferð var í fjør.

Føroyar yvirtóku um ársskiftið formansskapin í samstarvsráðnum, og vanligi ríkisfundurin og fundurin í samstarvsráðnum verða tí í Føroyum í juni.

- Tíverri gerst støðan í heiminum alsamt meiri spent og óviss. Tað er kríggj í Ukraina og Miðeystri, og stórveldini vísa ein øktan áhuga fyri Arktis og norðurleiðum. Tí hevur tað størri týdning enn nakrantíð áður, at Føroyar, Danmark og Grønland hittast regluliga á ráðharrastigi og umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna, og hvussu hetta ávirkar samstarvið millum londini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í viðmerking.

Til ríkisfundin, luttaka løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede. Á fundinum fara tey trý at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum.

Síðani verður fundur í samstarvsráðnum, har føroysku umboðini luttaka saman við viðkomandi donskum og grønlendskum ministarum. Á fundinum skulu londini umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna.

Hesi eru við á fundinum í samstarvsráðnum:

Fyri Føroyar: Aksel V. Johannesen, løgmaður, Sirið Stenberg, varaløgkvinna og landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum, Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum

Fyri Grønland: Múte B. Egede, landsstýrisformaður, Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna við uttanríkis- og sjálvstýrismálum, Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna við  vinnu-, ráðevnis-, lógar- og javnstøðumálum, og Erik Jensen, landsstýrismaður við fíggjarmálum

Fyri Danmark: Mette Frederiksen, statsministari, Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, og Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder