Uttanlands

Ríkisrættarmálið: Trump fer ikki at luttaka í hoyring

Trump er saman við løgfrøðingum boðin at luttaka í hoyringum mikudagin, men tá er amerikanski forsetin staddur í London í sambandi við Nato-toppfundi

Donald Trump (Savnsmynd)

Donald Trump (Savnsmynd)

2019-12-02 09:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvítu Húsini verða ikki umboðað, tá nýggjar hoyringar verða í ríkisrættarmálinum mikudagin.

Tað sigur Pat Cipollone, ráðgevi hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, í brævi til formannin í rættarnevndini hjá Umboðsmannatinginum.

Tað var í farnu viku, at nevndin bjóðaði Trump og løgfrøðingar hansara úr Hvítu Húsunum at avhoyra vitni og annars vera til staðar undir hoyringunum í innleiðandi ríkisrættartilgongdini móti forsetanum.

Men hvørki Trump ella løgfrøðingar hansara fara at luttaka.

- Mann kann ikki vænta, at Trump og løgfrøðingar hansara fara at luttaka í einari hoyring, so leingi sum vitni ikki eru navngivin, samstundis sum tað enn er ógreitt, um rættarnevndin ætlar at geva forsetanum eina rættvísa viðferð, skrivar ráðgevin hjá Trump í brævinum.

Eisini verður upplýst, at Donald Trump heldur ikki er staddur í USA mikudagin.

Pat Cipollone ákærir samstundis Jerrold Nadler, formann í rættarnevndini, fyri at hava lagt hoyringarnar soleiðis til rættis, at tær fara at ganga fyri seg, meðan forsetin ikki er í landinum.

Donald Trump verður nevniliga staddur í London á Nato-fundi komandi dagarnar, skrivar TV2.

Amerikanski forsetin er undir illgruna fyri at royna at leggja trýst á ukrainska forsetan fyri at fáa hann at finna tyngjandi upplýsingar um sonin hjá Joe Biden, Hunter Biden, sum hevur verið nevndarlimur í einum ukrainskum orkufelagi.

Joe Biden, ið var varaforseti undir Barack Obama, roynir í løtuni at gerast forsetavalevni hjá demokratunum. Joe Biden hevur klárað seg væl í seinastu veljarakanningunum, og kann valið tí enda millum hann og Trump næsta ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder