Uttanlands

Ríkisrættarmálið: Trump fríkendur enn einaferð

Bert 57 vóru fyri at døma fyrrverandi amerikanska forsetan, tá Senatið atkvøddi um málið í gjárkvøldið

Donald Trump er einasti amerikanski forsetin, sum hevur verið fyri ein ríkisrætt tvær ferðir (Mynd: EPA)

Donald Trump er einasti amerikanski forsetin, sum hevur verið fyri ein ríkisrætt tvær ferðir (Mynd: EPA)

2021-02-14 12:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið var fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump fríkendur í ríkisrættarmálinum móti honum. Tá atkvøtt var í Senatinum, eydnaðist tað nevniliga ikki at fáa ta neyðugu undirtøkuna fyri at døma hann.

Upprunaliga var tað heldur ikki ætlanin, at málið skuldi avgreiðast so skjótt, men Senatið avgjørdi ikki at innkalla vitnir í málinum, og tí fór málið til atkvøðugreiðslu longu tíðliga leygarkvøldið okkara tíð.

Trump var ákærdur fyri at hava eggjað til uppreistur í sambandi við álopið á Kongressina 6. januar. Fyri at finna hann sekan í ákærunum, var neyðugt við undirtøku frá tveimum triðingum av limunum í Senatinum.

Manglaðu tíggju atkvøður

Neyðugt var við 67 atkvøðum, men bert 57 atkvøddu fyri at døma hann sekan, meðan 43 atkvøddu ímóti.

Allir 50 demokratarnir atkvøddu fyri, meðan sjey republikanarar atkvøddu saman við teimum.

Talan var um Richard Burr, Bill Cassidy, Susan Collins, Lisa Murkowski, Mitt Romney, Ben Sasse og Pat Toomey.

Hetta er aðru ferð, at Trump verður fríkendur í einum ríkisrættarmáli. Fyrstu ferð var í januar 2020, tá hann varð ákærdur fyri m.a. valdsmisnýtslu.

Bert fýra ferðir í søguni hjá USA er tað komið fyri, at ein forseti verður koyrdur fyri ein ríkisrætt. Trump er tann einasti, sum hevur upplivað hetta tvær ferðir.

Hinir báðir forsetanir vórðu Andrew Johnson, sum varð koyrdur fyri ríkisrætt í 1868, og Bill Clinton, sum upplivdi hetta í 1998. Eins og Trump, vórðu teir báðir fríkendir.

Størsta heksajagstranin í søguni hjá USA

Í fráboðan, sum fyrrverandi forsetin sendi út í gjárkvøldið, segði Trump, at ríkisrættarmálið móti honum var enn eitt stig í størstu heksajagstranini í søguni hjá USA.

Eisini segði hann, at rørsla hansara fyri at gera USA stórt aftur, "Make America Great Again" bert var byrjað, og at hann hevur nógv at boða frá komandi mánaðirnar.

Tað framgongur ikki, um Donald Trump hevur ætlanir um framvegis at vera aktivur í politikki, men um hann ynskir tað, kann hann stilla uppaftur til forsetavalið í 2024. Hetta hevði hann ikki kunnað, um hann varð funnin sekur í ákærunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder