Demokratarnir vilja stilla Donald Trump fyri ein ríkisrætt. Hetta hevur verið á tungu fyrr í forsetaskeiðnum í samband við ymisk mál, men nú verður hetta veruleiki, um tað gongst sum ætlað hjá mótstøðuflokkinum hjá amerikanska forsetanum.
Í Umboðsmanntingið í gjárkvøldið váttaði Nancy Pelosi, at tilgongdin viðvíkjandi einum ríkisrættarmáli er sett í gongd. Talan er um politakara, ið hevur nógv vald í USA - Pelosi hevur áður verið ivasom í mun til eina ríksrættarsak.
Nancy Pelosi er demokratur og forkvinna (Speaker of the House) í umboðsmannatinginum. Boðini hjá henni í gjárkvøldið komu ikki heilt óvæntað á, tí eftir at tað kom fram, at Donald Trump møguliga hevði mutrað - roynt at kroyst - nýggja forsetan í Ukraina, hava atfinningarnar mótvegis Trump verið nógvar.
25. juli høvdu Trump og Volodimir Zelenskij eina telefonsamrøðu. Ein ókendur "whisleblower" inni í Hvíta Húsinum hevur upplýst, at Donald Trump fleiri ferðir segði, at at hann vildi hava Zelenskij at finna keðiligar upplýsingar um Joe Biden, ið verður mettur at vera favorittur at skula stilla upp ímóti Trump komandi ár.
Tað í botn og grund Hunter Biden, sonur Joe Biden, ið Trump er ákærdur fyri at hava vilja hava ukrainska forsetan at finna upplýsingar um. Hunter Biden hevur sitið í nevnd hjá einum orkufelagið í Ukraina, og ymiskt hevur verið frammi um, at har vóru óloglig viðurksifit ið fóru fram viðvíkjandi hesum. Tí er møguliga okkurt at koma eftir, um upplýsingar skulu finnast um Biden og Biden í Ukrain
Uttanlands
Ríkisrættarsak ávegis móti Trump
Amerikanski forsetin er komin í trupulleikar, eftir at upplýsingar um eina samrøðu við forsetan í Ukraina eru komnar fram
Forkvinnan í Umboðsmanntinginum, Nancy Pelosi, kunngjørdi seint í gjárkvøldið, at tilgongdin verður sett í gongd (Mynd: EPA)
2019-09-25 08:49
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald