
Tá danski stjórnarleiðarin skrivar út val til fólkatingið, verður valdagurin vanliga eisini kunngjørdur í Føroyum við lýsing frá ríkisumboðnum.
Men enn er valið ikki kunngjørt í Føroyum.
Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, sigur við Portalin, at tey arbeiða móti møguliga kunngera fólkatingsvalið seinni í dag.
Men tað er ikki vist. Tí tað eru kreftir í Føroyum, ið ynskja at fáa valdagin fluttan, tí mett verður, at tað er óheppið at valið veður hildið á minningardegi teirra sjólætnum.
Ríkisumboðið váttar, at arbeitt verður við at kanna, um hetta er møguligt, og tí er tað ikki rætt, sum vit skrivaðu fyrr í dag, at arbeitt verður við at flyta valdagin.
- Vit arbeiða við at kanna møguleikan um dagurin kann flytast, sigur Lene Moyell Johansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald