Innanlands

Ríkisveitingin lítil partur av føroyska búskapinum

Í 2001 var ríkisveitingin 982 milliónir krónur og út við 17 prosent av inntøkunum hjá almennu Føroyum. Í 2020 var ríkisveitingin 642 milliónir krónur og út við seks prosent av inntøkunum

2022-08-26 07:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ríkisveitingin gerst ein alsamt minni partur av føroyska búskapinum. Tað kemur fram í grein 52 fyrispurningi, sum Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur svarað Bjørt Samuelsen.

Tingkvinnan fyri Tjóðveldi spurdi um ríkisveiting og fíggjarligt sjálvbjargni.

Nýggjasta tøka uppgerðin yvir samlaða almenna búskapin er fyri árið 2020. Ríkisveitingin var tá 642 milliónir krónur og út við seks prosent av inntøkunum hjá tí almenna og umleið fimm prosent av útreiðslunum hjá tí almenna.

Ríkisveitingin var 982 milliónir krónur í 2001, og sostatt var hon út við 17 prosent av inntøkunum hjá tí almenna og út við 21 prosent av útreisðlunum, upplýsir landsstýrismaðurin.

Inntøkur og útreiðslur hjá landi, kommunum og almennum grunnum og ríkisveitingin síðani 2001:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder