Neverland, kendi garðurin hjá Michael Jackson í Santa Barbara í Kalifornia, er nú seldur til milliardingin Ron Burkle fyri 22 mió. dollarar (134 mió. krónur).
Talan er, sambært Ritzau, um ein munandi lægri prís, enn garðurin varð settur til sølu fyri í 2015 – 100 mió. dollarar (610 mió. krónur). Í fjør varð prísur settur niður á 31 mió. dollarar (189 mió. í okkara krónum).
Garðurin hjá Michael Jackson, sála, varð umbygdur til undirhaldsgarð við ævintýratema. Neverland-garðurin er eisini tað staðið, har Michael Jackson í heimildarsendingini "Leaving Neverland" varð lagdur undir at hava misnýtt ungar dreingir.
Eftir Michael Jackson doyði í 2009 varð navnið á garðinum broytt til Sycamore Valley Ranch í eini roynd at geva garðinum nýggjan samleika.
Ron Burkle, sum hevur keypt garðin, hevur sett pengar í alt frá matvøruhandlum til ítróttalið. Garðurin hjá Michael Jackson verður roknaður sum eina íløgu, og hevur ríkmaðurin, sambært talsfólki hansara, ongar ætlanir um at flyta inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald