Uttanlands

Ríkmenn geva hundraðtals milliónir evrur til at uppbyggja Notre Dame

Higartil hava tveir franskir ríkmenn lovað tilsamans 300 mió. evrur til endurbyggingina

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-04-16 10:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Dagin eftir at víðagitna dómkirkjan í Paris, Notre Dame, varð herjað av stórum eldi, hava franskir ríkmenn lova at lata stórar peningaupphæddir til arbeiðið at endurbyggja dómkirkjuna.

Í gjárkvøldið segði franski milliarderurin François Pinault, at hann fór at lata 100 mió. evrur til endurbyggingina.

Í dag boðaði ein annar franskur milliarderur, Bernard Arnault, at hann og fyritøka hansara LVMH, fara at lata 200 mió. evrur til endurbyggingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder