Innanlands

Rimmar dagur á grynnuni i Vágsbotni

Havnarborgarar, fólk úr øllum landinum og eisini ferðafólk høvdu leygardagin høvi til at smakka alskyns fisk og aðrar vørur á sera forkunnuga tiltakinum “Ein dagur á grynnuni” - einki minni enn eitt plettskot.

Glað børn og foreldur, abbar og ommur - havnarborgarar upplivdu og fingu smakk av  føroyska sjótilfeinginum á tiltakinum

Glað børn og foreldur, abbar og ommur - havnarborgarar upplivdu og fingu smakk av føroyska sjótilfeinginum á tiltakinum "Ein dagur á grynnuni" í Tórsgøtu leygardagin. Mynd Jan Müller

2022-05-08 19:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Tú skal leita leingi at finna so mong glað og smílandi andlit sum leygardagin, tá skilafólk skipaðu fyri tiltakinum “Ein dagur á grynnuni” í Tórsgøtu og Vágsbotni í Havn.

[object Object]

Hundraðtals foreldur við børnum og ommu- og abbabørnum høvdu leitað sær í miðbýin henda óvanliga sólskinsdag. Fyri mongu fyrireikararnar mundi hetta eisini koma ómetaliga væl við, nú veðrið ikki hevur verið nakað serligt leingi. Góða veðrið gjørdi sítt til at gera løtuna so væleydnaða. 

[object Object]

Ein dagur á grynnuni er eitt umhvørvisvinarligt og burðadygt tiltak, har dentur verður lagdur á tað ótrúliga  sjótilfeingið, sum vit hava kring Føroyar. Har ljós verður varpað á tilfeingið í sjónum á básum, í tjaldum og uttandura í Tórsgøtu og í Vágsbotni. 

Har vóru fleiri tónleikaframførslur, tykisheimsupptøkur (VR) hoppiborgir og sjálvandi alskyns smakkiroyndir, alt ókeypis á hesum einastandandi tiltaki.

[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]

[object Object]
[object Object]
[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]
[object Object]

[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
Umframt mongu fólkini, sum tóku eina hond við í arbeiðinum henda dagin vórðu eisini ein rúgva av góðum fyritøkum, sum stuðlaðu tiltakinum. 


Myndir Jan Müller


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder