2024-02-06 06:37
Nógvur kavi er komin niður í gjárkvøldið og í nátt. Tað er ikki allastaðni, at tað er koyrandi í morgun.
Landsverk boðar frá, at jarðrok er kring alt landið.
Koyrandi er ikki millum byrdirnar í Suðuroynni og heldur ikki til bygdirnar eystantil á Sandoynni.
Heldur ikki er koyrandi á Oyggjarvegnum, Vestmannavegnum, til Hellurnar, Gjáar og til Selatraðar.
Jarðrok er á Vestmannavegnum, um Hálsin í Sandavági, á Gjáarvegnum, á Oyndarfjarðarvegnum, frammi í dal í Kollafirði og um Norðadalsskarð.
Koyrið varliga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald