Sunnudagin datt eitt ATR 72-flogfar við 72 fólkum umborð niður í Nepal, og í minsta lagi 68 teirra hava latið lív, skrivar tíðindastovan Reuters.
Umborð vóru 68 ferðafólk og fýra flogstarvsfólk. 15 útlendingar vóru millum ferðafólkini – fimm úr India, fýra úr Russlandi, tveir úr Suðurkorea, ein úr Avstralia, ein úr Argentina, ein úr Írlandi, og ein úr Fraklandi.
Upplýst verður eisini, at tvey pinkubørn vóru millum ferðafólkini.
Flogfarið datt niður millum gomlu og nýggju floghavnina í býnum Pokhara, sum liggur í vestara parti av Nepal, og sum er næststørsti býur í landinum, skrivar Ritzau.
Talan er um ringastu flogvanlukku, sum landið hevur upplivað, síðan 1992. Tá datt eitt flogfar niður við 167 fólkum umborð, og øll lótu lív.
Nærum 350 fólk hava latið lív í flogvanlukkum í Nepal síðan ár 2000, og flogfeløg úr Nepal hava síðan 2013 havt forboð móti at flúgva í ES-loftrúmi orsakað av ivasomu trygdini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald