Samlaða vínframleiðslan í heiminum fall 10 prosent í fjør samanborið við árið fyri.
Harvið er 2023 árið við lægstu framleiðslu síðan 1961, vísir ein frágreiðing frá altjóða vínfelagsskapinum OIV, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.
Orsøkin er í stóran mun vánaligt veður sum frost, nógv regn og turkur. Men vínmarkirnar vóru eisini plágaðar av soppaígerð, sigur felagsskapurin.
Ringast stendur til í Suðurevropa, har stóru vínlondini sum Italia og Spania framleiddu ávikavist 23 og 21 prosent minni vín.
Frakland økti um framleiðsluna við fýra prosentum, og er harvið aftur tað land, sum framleiðir mest vín í heiminum.
Tey tíggju londini, sum framleiða mest vín, eru Frakland á fyrsta plássi, síðani Italia, Spania, USA, Kili, Australia, Suðurafrika, Argentina, Týskland og Portugal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald