Uttanlands

Ringasti dagur í Avstralia síðani Korona byrjaði at taka seg upp

Tað er serliga í statinum Victoria, at smittan ger um seg

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-30 09:17 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Bæði í mun til talið á deyðum og smittaðum eru sett nýggj keðilig met í Avstralia. Og tað kemur bert av, at virussið er kykna upp aftur í Victoria, ið er staturin við næstflest íbúgvum.

Tað vísa seinastu tølini hósdagin, sambært The Guardian.

Staturin Victoria hevur seinasta samdøgri skrásett 723 nýggjar smittutilburðir og 13 andlát við koronavirussinum. Frammanundan var metið av nýggjum skrásettum tilburðum, 532, í statinum. Talið á nýggjum smittutilburðum í statinum Victoria hevur nú verið trísiffrað 25 dagar á rað.

Nýggja bylgjan av smittutilburðum hevur noytt myndugleikarnir til at lata partar av høvuðsstaðnum í statinum, Melbourne, aftur.

Samanlagt eru 16.303 tilburðir av Covid-19 skrásettir í Avstralia, meðan 189 hava latið lív við smittuni.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder