
Vakthavandi á løgreglustøðini í nátt hava havt úr at gera við at taka telefonina frá einum og sama persóni
Viðkomandi ringdi 168 ferðir til alarmsentralin frá midnátt og til klokkan hálvgun sjey í morgunin.
Hetta kemur fyri viðhvørt, og her kann talan vera um eitt nú sinnisveik, sum meta seg hava brúk fyri hjálp. Tað var kortini ikki støðan í hesum førinum, og slíkt órógvar arbeiðinum hjá løgregluni.
- Vit kundu ynskt okkum at fingið eitt amboð til at forða fyri hesum, so tey ikki fáa ringt líka ofta, og mugu fara at tosa við veitaran um hvat ber til at gera. Eisini má kannast hvørjar heimildirnar eru til hetta, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
- Hetta tekur fokus frá fólki sum ringja inn við veruligum trupulleikum, og tað gongur ikki, ljóðar av løgreglustøðini.
Tað er ókeypis at ringja til 112, og tí ber til at fáa fatur á alarmsentralinum hóast pengar ikki eru á telefonini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald