
Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini í bridge vóru leiktar í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin.
Tey fýra liðini, ið høvdu spælt seg á hálvfinalurnar, vóru hesi:
Rinkuhúsini: Robert Langgaard, Eyðun Anthoniussen, Símun Lassaberg, Árni M. Dam
Danny Danielsen: Danny Danielsen, Heðin Mortensen, Eilif Petersen, Petur Annfinn Johannesen
Henriette Svenstrup: Henriette Svenstrup, Jórun Johannesen, Oddmar Danielsen, Ingibjørg Hansen
Jassarnir: Leivur Mohr, Jákup Sørensen, Øssur Winthereig, Heini Joensen
Lutakastið háttaði seg soleiðis, at í aðrari hálvfinaluni møttust liðini hjá Rinkuhúsunum og Danny Danielsen, meðan liðini hjá Henriette Svenstrup og Jassunum møttust í hinari hálvfinaluni.
Tá farið var til hálvleiks í hálvfinalunum hevði liðið hjá Rinkuhúsunum vunnið sær eina lutfallsliga greiða leiðslu móti liðnum hjá Danny Danielsen, meðan dysturin millum liðini hjá Henriette Svenstrup og Jassunum var javnur.
Hóast tað leikaði javnari á í seinna hálvleiki, vann liðið hjá Rinkuhúsunum ein lutfallsliga greiðan sigur á liðnum hjá Danny Danielsen. Jassarnir gjørtu bart í seinna hálvleiki og fingu avgjørt dystin til egnan fyrimun. Harvið tryggjaðu liðini hjá Rinkuhúsunum og Jassunum sær finaluplássini.
Eftir loknar hálvfinalur varð klárt at fara undir sjálva steypafinaluna millum liðini hjá Rinkuhúsunum og Jassunum. Í fyrra hálvleiki leikaði lutfallsliga javnt á, og endaði fyrri hálvleikur við at liðið hjá Rinkuhúsunum hevði vunnið sær eina leiðslu á 17 imp.
Í seinna hálvleiki helt sama gongd fram, og liðið hjá Rinkuhúsunum eisini eisini seinastu 16 spølini, og harvið ein rímiliga tryggan finalusigur.
Sostatt gjørdist liðið hjá Rinkuhúsunum steypavinnarar 2025.
Rinkuhúsini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald