Innanlands

Risastórur vøkstur í ferðafólkatalinum

Talið fyri síðsta mánaða er heili 187 prosent størri, enn tað var í februar 2021. Tað er tó nakað frá tí, sum tað var í árunum, áðrenn korona ávirkaði

Ferðafólkatalið er yvir 30 prosent minni, enn tað var fyri tveimum árum síðani (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ferðafólkatalið er yvir 30 prosent minni, enn tað var fyri tveimum árum síðani (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-03-02 12:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Flogferðslan og talið av ferðafólkum hevur verið vaksandi seinasta árið, sum gerandisdagurin í stóran mun er vorðin nakað meira vanligur. Tað er tó nakað frá tí støðinum, ið tað var, áðrenn koronafarsóttin byrjaði

Kringvarpið skrivar í dag, at ferðafólkatalið á flogvøllinum í Vágum var 13.868 í februar. Hetta er heili 187 prosent størri enn í februar í fjør, tá talið var 4.831.

Talið er tó 28 prosent minni, enn tað var í februar 2019, og 34 prosent minni enn í februar 2020 - beint áðrenn korona fór at gera um seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder