Uttanlands

Rishi Sunak: Eg stilli upp

Nú boðar fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin formliga frá, at hann stillar upp til formansvalið í konservativa flokkinum

Rishi Sunak er í løtuni tað valevnið, sum hevur størstu undirtøkuna millum tjóðartingslimir hjá konservativa flokkinum (Mynd: EPA)

Rishi Sunak er í løtuni tað valevnið, sum hevur størstu undirtøkuna millum tjóðartingslimir hjá konservativa flokkinum (Mynd: EPA)

2022-10-23 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

42 ára gamli Rishi Sunak, sum sambært bretskum miðlum hevur størstu undirtøkuna millum tjóðartingslimir hjá konservativa flokkinum, boðar í morgun alment frá, at hann stillar upp til formansvalið.

– Valið, okkara flokkur tekur nú, fer at avgera, hvørt komandi bretska ættarliðið fer at hava fleiri møguleikar enn tað undanfarna. Tí bjóði eg meg fram at gerast næsti forsætisráðharri tykkara og leiðari av konservativa flokkinum, sigur hann í fráboðan.

Rishi Sunak sigur, at hann ætlar at fáa skil á búskapinum og savna landið.

Sambært The Guardian hevur hann í løtuni tryggjað sær stuðul frá 128 tjóðartingslimum.

Seinast formansval var í konservativa flokkinum endaði hann sum nummar tvey.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder