2024-07-05 11:50
Rishi Sunak hevur fyrrapartin verið á Buckingham Palace og havt fund við Charles kong. Her hevur hann lagt frá sær sum bretskur forsætisráðharri.
Tað ger hann eftir stóra ósigurin á bretska tjóðartingsvalinum í gjár, tá flokkurin hjá Sunak, konserativi flokkurin, gekk aftur við 250 tingsessum.
Stóri vinnarin av valinum er arbeiðaraflokkurin Labour og formaðurin í flokkinum Keir Starmer, sum verður næsti forsætisráðharrin í Bretlandi.
Labour fekk 412 sessir í Undirhúsinum og harvið greiðan meiriluta. 650 sessir eru í Undirhúsinum.
Konserativi flokkurin hevur sitið við valdið í 14 ár.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald