Uttanlands

Rishi Sunak nýggjur forsætisráðharri í Stórabretlandi

Hann var tann einasti, sum megnaði at fáa stuðul frá 100 tjóðartingslimum, áðrenn freistin var úti í dag

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-10-24 14:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin varð boðað frá, at fyrrverandi bretski fíggjarmálaráðharrin, Rishi Sunak hevði vunnið formansvalið í konservativa flokkinum, og er hann sostatt eisini nýggjur bretskur forsætisráðharri.

Fyri løtu síðani gjørdist greitt, at hann var tann einasti, sum megnaði at tryggja sær stuðul frá í minsta lagi 100 konservativum tinglimum.

Einasta mótvalevnið var Penny Mordaunt, forkvinna í undirhúsinum, men hon megnaði ikki at fáa stuðul frá 100 tinglimum, áðrenn freistin var úti klokkan tvey.

Rishi Sunak verður triði bretski forsætisráðharrin í sjey vikur, eftir at Boris Johnson fór frá fyrst í september, og Liz Truss í farnu viku boðaði frá, at hon fór at leggja frá sær.

Rishi Sunak verður fyrsti bretski forsætisráðharrin við suðurasiatiskum uppruna. Rishi Sunak er 42 ára gamal og føddur í Southampton. Foreldur hansara eru av indiskum uppruna, og komu tey til Bretlands úr Eysturafrika í 1960unum.

Klokkan 14.30 fer hann at halda røðu fyri floksfeløgum sínum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder