Innanlands

Ritan aftur í sigling í morgin

Ritan hevur verið á beding síðan 31. oktober, og hevur Jósup røkt siglingina hjá Rituni seinastu tvær vikurnar – Eftir ætlan verður Sildberin tann næsti, sum skal á beding

Ritan, ið hevur verið á beding síðan 31. oktober, fer í sigling aftur í morgin (Savnsmynd)

Ritan, ið hevur verið á beding síðan 31. oktober, fer í sigling aftur í morgin (Savnsmynd)

2022-11-14 14:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ritan, sum fór á beding 31. oktober, er nú klár at fara í sigling aftur í morgin, týsdagin 15. november, skrivar Strandferðslan.

Tað var miðskeiðis í oktober, at Strandferðslan boðaði frá, at Ritan, sum siglir millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy, skuldi á beding, og varð arbeiðið mett at taka tvær vikur.

Eisini varð boðað frá, at Sildberin, sum røkir siglingina millum Sand og Skúvoy, skuldi á beding, tá Ritan var komin aftur, og tað arbeiðið verður mett at taka áleið eina viku.

Meðan Ritan hevur verið á beding, hevur Jósup verið avloysaraskip, og skal hann eisini røkja siglingina hjá Sildberanum, tá hann fer á beding.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder