Innanlands

Ritan í dokk frá 19. oktober

Jósup skal sigla fyri Rituna, meðan hon er í dokk frá 19. oktober til umleið 9. november.

(Savnsmynd: Strandferðslan)

(Savnsmynd: Strandferðslan)

2026-09-13 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir ætlan skal Ritan, sum siglir millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy, í dokk í oktober.

Ritan verður í dokk frá 19. oktober til umleið 9. november, og hetta tíðarskeiðið fer Jósup at sigla á leiðini hjá Rituni, skrivar Strandferðslan.

Av tí at møguleikin hjá Jósupi at taka farm er avmarkaður, heitir Strandferðslan á virkir og onnur, sum vanliga flyta farm við Rituni, um at fáa sum mest av hesum avgreitt, áðrenn Ritan fer í dokk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder