Í gjár varð leigusáttmáli undirskrivaður millum Rithøvundafelag Føroya og Tórshavnar kommunu.
Rithøvundafelagið fær nú innivist í tveimum hølum á loftinum undir Pisuvarða 2. Hetta er í húsunum, sum hjúnini Hans Andrias og Petra Djurhuus búðu í, skrivar Tórshavnar kommuna.
Hetta merkir, at meira lív og virksemi kemur í húsini, samstundis sum tað søguliga í húsunum verður varðveitt - eitt nú ‟Góðastova”, har fleiri forvitnisligir lutir hjá Hans Andriasi Djurhuus eru at síggja - eitt nú pípur, hattur og frakki.
- Rithøvundafelag Føroya hevur ikki havt fastan bústað í fleir ár, og tí er hetta sera gott fyri felagið, limirnar og føroyskan skaldskap, sigur Vónbjørt Vang, forkvinna í Rithøvundafelagi Føroya.
Leigusáttmálin er galdandi fram til árslok 2025.
Umframt at skrivstova felagsins verður í húsunum, kunnu rithøvundar savna seg um skaldskap í eini stovu á loftinum í suðurendanum. 120 limir eru í rithøvundafelagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald