Nú hevur enn ein kvinna ákært amerikanska forsetan fyri kynsligan ágang.
Tann seinasta kvinnan, sum ákærir Trump er tíðindakvinnan og rithøvundurin Elizabeth Jean Carroll.
Í grein, sum er givin út í miðlinum New York, greiðir hon frá sínum upplivingum við kynsligum ágangi. Greinin er eitt brot úr einari bók, sum hon fer at geva út í næstum. Greinin kann lesast her.
Elizabeth Jean Carroll sigur m.a., at Trump neyðtók hana í einum passirúmi í einum handli. Hendingin fór fram í endanum av 1995 ella fyrst í 1996, sigur hon.
Trump sigur seg tó ikki hava neyðtikið Carroll, og hann sigur millum annað, at hann ongantíð hevur møtt henni, og at hon "bert roynir at selja eina bók".
Carroll skrivar, at tey av tilvild møttust í handlinum Bergdorf Goodman í New York, og at tey kendu hvønnannan aftur úr miðlunum. Trump var tá ein víðagitin vinnulívsmaður, og Carroll hevði ábyrgdina av einum væl umtóktum brævkassa, sum varð vístur í sjónvarpinum.
Tey vóru bæði um 50 ára aldur tá.
Sambært Carroll, tvætlaði hon eitt sindur við hann í deildini við undirklæðum, og til endans endaðu tey í einum passirúmi, har hann neyðtók hana.
Hetta tók alt uml. tríggjar minuttir, og eingi vitni ella vakmyndatól vóru, sum kunnu vátta søguna hjá henni.
Elizabeth Jean Carroll meldaði ongantíð málið til løgregluna, men hon greiddi tveimum vinkonum frá, hvat hendi.
Fyrsta vinkonan segði, at hetta var neyðtøka, og at hon noyddist at melda málið, og hon bjóðaði seg til at fara við henni til løgregluna.
Hin vinkonan heitti tó á Carroll um einki at siga fyri nøkrum.
- Sig tað ikki fyri nøkrum. Gloym tað! Hann hevur 200 sakførarar, segði hon.
Báðar vinkonurnar, sum eisini eru tíðindafólk, minnast hetta væl, og hava váttað hetta fyri New York.
Hetta er aðru ferð, at Trump verður ákærdur fyri neyðtøku. Fyrra ákæran kom frá fyrrverandi konu hansara, Ivana Trump. Hon tók tó seinni ákæruna aftur.
Áðrenn forsetavalið í 2016 varð Trump eisini ákærdur av fleiri kvinnum fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á tær.
Trump hevur ákært blaðið New York fyri at "bera fram følsk tíðini", og Trump heldur alt hetta vera eitt pr-stunt, sum snýr seg um at selja bøkur, skrivar DR.
At Trump ongantíð hevur møtt Elizabeth Jean Carroll sær tó ikki út til at vera heilt rætt. Ein mynd, sum eisini sæst í greinini hjá New York, vísir nevniliga tey bæði tosa saman í einari veitslu hjá NBC um ár 1987.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald