Mentan

Rithøvundurin handan "Game of Thrones" gjørdist ikki liðugur til tíðina

Í fjør segði hann, at fjepparar kundu læsa hann inni, um hann ikki var liðugur við nýggjastu "A Song of Ice and Fire" bókina nú – Korona hevur tó hjálpt honum at gera framstig, og vónar hann at gerast liðugur komandi ár

George R. R. Martin (Mynd: EPA)

George R. R. Martin (Mynd: EPA)

2020-08-02 15:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Havi eg ikki "The Winds og Winter" í hondini, tá eg komi til Nýsælands til Worldcon (World Science Fiction Convention, ein ráðstevna í Nýsælandi, red.), fáa tit hervið formliga loyvi frá mær at læsa meg inni í eini lítlari smáttu á White Islands, til eg eri liðugur.

Soleiðis skrivaði George R. R. Martin á heimasíðu sína í mai 2019, men tað er ikki líkt til, at rithøvundurin handan "Game of Thrones" hevur megnað at hildið orð.

George R. R. Martin hevur skrivað bókarøðina "A Song of Ice and Fire", sum heimskenda sjónvarpsrøðin "Game of Thrones" byggir á. Tað serliga við "Game of Thrones" er, at søgan í sjónvarpsrøðini longu er endað – seinastu partar í røðini vórðu vístir í fjør. Bókarøðin, hóast hon kom fyrst, er ikki komin líka langt.

Í gjár vórðu júst 24 ár liðin, síðan "A Game of Thrones", fyrsta bókin í røðini, varð givin út – 1. august í 1996. Fimta bókin, "A Dance with Dragons" varð givin út í juli 2011, og síðan tá hava fjepparar bíðað eftir sættu, og eftir ætlan næstseinastu, bókini í røðini – "The Winds of Winter".

Orsakað av koronafarsóttini, er worldcon ráðstevnan talgild í ár. Hon byrjaði ólavsøkudag og endar í dag, og enn er George R. R. Martin ikki komin við tíðindunum um, at bókin er liðug, skrivar miðilin The Sun.

Tó sigur rithøvundurin, at hann hevur gjørt framstig, meðan hann, eins og nógv onnur, hevur verið avbyrgdur orsakað av koronafarsóttini.

– Um einki annað, so hevur hendan avbyrgingin hjálpt mær at skriva. Eg brúki nógvar tímar við "The Winds of Winter" hvønn dag, og eg geri støðug framstig, skrivaði hann á heimasíðu sína í juni.

Hann kann altíð fara til Nýsælands næsta ár, sigur hann, og leggur afturat, at hann vónar at bæði "The Winds of Winter" og farsóttin er liðug til ta tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder