Mentan

Ritsalon við Havnará í kvøld

Í kvøld verður Gallarí Havnará karmur um yrkingakvøld – Íslendski rithøvundurin, Einar Már Guðmundsson fer at lesa á íslendskum, Martin Næs fer at lesar sínar føroysku týðingar av somu yrkingum, og eisini fara limir í Rithøvundafelagnum at lesa egnar yrkingar

Einar Már Guðmundsson, rithøvundur (Mynd: Ritzau)

Einar Már Guðmundsson, rithøvundur (Mynd: Ritzau)

2024-11-02 17:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld klokkan 21 skipað Rithøvundafelagið aftur fyri Ritsalon, hesa ferð í samstarvi við Gallarí Havnará og Aðalkonsulát Íslands.

Í kvøld verður yrkingakvøld í Gallarí Havnará beint yvirav Hans Andriasar húsi undir Pisuvarða í Havn.

Íslendski rithøvundurin, Einar Már Guðmundsson fer at lesa á íslendskum og Martin Næs fer at lesar sínar føroysku týðingar av somu yrkingum.

Harumfram lesa limir í Rithøvundafelagnum eisini egnar yrkingar. Hesa ferð eru tað Guðrið Poulsen, Kim Simonsen, Marjun Syderbø Kjelnæs, Oddfríður Marni Rasmussen og Rakel Helmsdal, sum lesa egnar yrkingar.

Gallarí Havnará skipar fyri hugnanum rundan um upplesturin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder