Danski politikarin Ritt Bjerregaard andaðist leygardagin, 81 ára gomul. Tað upplýsa avvarðandi fyri tíðindastovuni Ritzau.
Hon svav inn í heimi sínum í Keypmannahavn, eftir í fleiri ár at hava strídst við krabbamein.
Ritt Bjerregaard, ið umboðaði danska javnaðarflokkin, varð fyrstu ferð vald á Fólkating í 1971.
Hon hevur verið ráðharri í almannamálum, matvørumálum og undirvísingarmálum. Tá hon í 1973 gjørdist ráðharri í undirvísingarmálum, gjørdist hon tá, sum 32 ára gomul, yngsti kvinnuligi ráðharrin í Danmark nakrantíð.
Í tíðarskeiðnum 1994-1999 var Ritt Bjerregaard eisini ES-kommisserur við umhvørvismálum, og frá 1. januar 2006 til 1. januar 2010 var hon borgarstjóri í Keypmannahavn. Eftir hetta fór hon úr politikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald