”Minnir, goymd ella gloymd, seta seg í kroppin og leggja spor eftir seg.
Eins og vit sjálvi broytast likamliga, broytast okkara minnir við okkum.
Minnir kunnu ímynda eina farna tíð, eitt stað, ein persón ella eina hending.
At minnast aftur á góðar løtur; at royna at fáa skil á burturgloymdar hendingar í einum rúsi; at vilja halda fast í minninum ella royna at renna frá tí.”
Føroyska dansivirkið RIVA hevur framleitt eina tvørlistaliga tvísýning, við heitinum MINNISBROT, ið samantvinnar dansi- og ritlist.
Sýningin er samansett av tveimum duettum: ‘tveyeini’ eftir Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting og ‘Minni: neglir klóra rygg’ eftir Beinir Bergsson og Búa Rouch.
Reyði tráðurin er sambandið millum tveir kroppar og kensluliga samanspælið teirra millum, og viðgerð evnini longsul, tráan og nærveru.
Tvísýningin er ein ferð gjøgnum ymisk minnisbrot, bæði egin og fortald, í einari roynd at likamliggera og endurtulka tey ígjøgnum rørslur.
Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo
(Mynd: RIVA / Gwenaël Akira Helmsdal Carré)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald