2019-10-27 15:56
Leygarkvøldið 9. november, verður rivjakvøld í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, har matarlepin er beint fram, nevniliga riv úr Eystfellinum, eplir og rugbreyð.
Omaná verður Rís a'la mande og kaffi, og harafturat verður okkurt leskandi frá grannanum, Føroya Bjór.
Felagssangur, undirhald og møguleiki hjá luttakarum at fortelja onkra góða verður eisini.
Byrjað verður klokkan 20, og endað verður á midnátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald