Ein av stóru bretsku entertainarunum, Robbie Williams, hevur í dag kunngjørt komandi konsertferð sína, og fjepparar hava møguleika fyri at uppliva hann í eitt nú Edinburg, London og Keypmannahavn, harar høgligt er at koma við flogfari úr Føroyum.
Robbie William kemur víða um í Evropa og bretsku oyggjunum á konssertferð sínari í 2025, sum byrjar síðst í mai, nevniliga 31. mai, tá hann spælir á Murrayfield Stadium í Edinburgh.
6. juni kann hann upplivast á Emirates Stadium í London og 19. juni í Parken í Keypmannahavn.
Í august vitjar hann í Svøríki og Noregi. Hin 7 august spælir hann á Stockholm Stadium, 13 august á Forus Travbane í Stavenger og 16. august á Granåsen í Tróndheimi, ið annars er gjørt til skíðlop.
Robbie Williams kom fram í enska dreingjabólkinum Take That í nítiárunum, men gjørdist veruliga ein stjørna, tá hann fór solo 1996 og í 1997 kom við útgávuni “Life thru a Lens”, har sangirnir “Let Me entertain You” og “Angels” vórðu tráspældir og gjørdust stór hitt kring allan heimin.
Skráin fyri konsertferðina sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald