Mentan

Robert Pattinson sum Batman

Fyrsti Batman-filmurin við Robert Pattinson fær heitið "The Batman" og verður eftir ætlan frumsýndur í juni 2021

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-06-02 13:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

33 ára gamli bretski sjónleikarin, ið er mest kendur fyri at hava spælt Edward Cullen í Twilight-filmsrøðini og Cedric Diggory í fjórða Harry Potter-filminum, hevur nú fingið sín næsta stóra leiklut sum superhetjan úr Gotham City.

Robert Pattinson fer nevniliga at yvirtaka leiklutin sum Batman frá Ben Affleck, ið hevði leiklutin í filmunum "Batman v Superman: Dawn of Justice" og "Justice League".

Fyrsti filmurin hjá Robert Pattinson sum Batman fær heitið "The Batman", og hann verður eftir ætlan frumsýndur í juni 2021, skrivar The Guardian.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder