Mentan

Robin Schultz á Voxbotn

Talan verður um tvey ymisk tiltøk. Voxbotn 2020 fríggjakvøldið 20. og Voxbotn 2021 leygarkvøldið 21. august

2021-08-04 09:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein av best umtóktu DJ’s verður at hoyra á Voxbotn í ár. Talan er um týska úrmælingin á sínumk øki, Robin Schultz.

Tað boðar Voxbotn frá í tíðindaskrivi í dag.

Í gjár boðaði Voxbotn frá, at Voxbotn í ár verður yvir tveir dagar 20. og 21. august. Konsertin, sum skuldi verið hildin í fjør, verður fríggjakvøldið 20. august og tann, sum ætlandi skuldi vera í juni í ár, verður leygarkvøldið 21. august.

Robin Schultz er einasta tónleikanavn, sum enn er avdúkað at spæla á Voxbotn í ár, og í tíðindaskrivinum verður ikki upplýst, um hann spælir fríggjakvøldið ella leygarkvøldið. Komandi dagarnar fara fyrireikararnir at upplýsa fleiri nøvn, og koma við meira útgreinaðari skrá yvir, hvørji spæla hvørt kvøldið.

Í tíðindaskrivinum verður skrivað soleiðis um høvuðsnavnið í ár:

Robin Schulz gjørdist ein heimsstjørna longu tá hann gav út fyrsta staklagið “Waves”. Lagið kom á fyrstapláss í seks ymiskum londum, og leiðin peikaði nú beint móti popptindunum. Alt sum hann nertir við gerst til oyragull, og hann hevur samstarvað við nøvnum sum David Guetta, James Blunt, Piso og mongum øðrum. Stroymingsmongdin av hansara løgum er rúgvusmikil. Til dømis er lagið “Sugar” stroymt næstan 900 milliónir ferðir á Spotify, og hann hevur oman fyri 23 milliónir lurtarar mánaðarliga. Í løtuni er hann á einum 127. plássi millum mest spældu artistar á Spotify.

- Sostatt kann staðfestast, at hetta verður ein konsert við altjóða formati, sum verður á Okkara Voxbotn 20. og 21. august.    

Fyrireikararnir upplýsa, at formliga verður Voxbotn 2020 fríggjadagin 20. august. Øll atgongumerki, ið eru keypt til Voxbotn 2020, eru sostatt galdandi til konsertdagin 20. august. 

Enn eru 700 atgongumerki eftir til Voxbotn 2020. Um ein ynskir at fáa peningin endurgoldnan, kann hetta avgreiðast umvegis www.voxbotn.fo áðrenn 11. august. 

Atgongumerki til Voxbotn 2020 og 2021 verða sett til sølu fríggjadagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder