Innanlands

Róðrarfelagið Knørrur fær økið við nýggja bátahylin

Tórshavnar býráð skal á fundi hóskvøldið taka støðu til eina avtalu við róðrarfelagið

(Mynd: torshavn.fo)

(Mynd: torshavn.fo)

2021-10-26 08:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Millum málini á skránni fyri býráðsfundin komandi hóskvøld, er ein avtala millum Tórshavnar kommunu og Róðrarfelagið Knørrur.

Talan er um ein langtíðar leigusáttmála, sum gevur róðrarfelagnum møguleikan at byggja eitt nýtt neyst við tilhoyrandi felagshúsi, á eitt kommunalt grundøki úti í Álakeri.

Grundøkið talan er um, liggur við nýggja bátahylin í Álakeri, niðanfyri og vestan fyri neystið hjá Havnar Róðrarfelag. Økið er um 750 fermetrar til støddar. Tað er væl egnað til bygging av neystinum, og liggur eisini væl fyri til at draga bátar.

Róðrarfelagið Knørrur hevur leingi ynskt sær eitt felagshús, sum kann savna meginpartin av virkseminum á einum og sama stað. Og eftir samskifti við Tórshavnar kommunu er ætlanin nú at samtykkja hendan sáttmálan á komandi býráðsfundi, so Knørrur fær lendi til nýggja felagshúsið.

Allar viðkomandi nevndir hjá Tórshavnar Kommmunu hava mælt til at taka undir við uppskotinum, og 20.okt varð avtalan góðkend av fíggjarnevndini. Hóskvøldið komandi, skal býráðið so staðfesta sáttmálan endaliga. Verður hann samtyktur, skal hædd takast fyri neystinum hjá Knørri í arbeiðinum at gera nýggjan bátahyl í Álakeri.  

Verkætlanin í Álakeri er longu komin væl áleiðis, og eftir ætlan verður hon liðug næsta ár.

Kelda: torshavn.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder