Innanlands

Róðrarneystið í Klaksvík tilnevnt til virðisløn

Er í uppskoti at fáa umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Evnið í ár er "burðardygg bygging"

2024-06-28 11:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggja og snotiliga neystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag er í uppskoti tið at fáa umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins í ár. Tað vil siga, at tað er arkitektavirkið Henning Larsen North Atlantic, sum er tilnevnt.

Bygningurin er í uppskoti saman við sjey øðrum verkætlanum og átøkum.

Umhvørvisvirðislønin verður tilnevnd øðrvísi enn hinar virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum. Í fyrstu atløgu fær almenningurin, og ikki ein dómsnevnd í hvørjum landi, møguleika fyri at koma við uppskotum.

Og í øðrum umfari er evnið ymiskt frá ári til ár.

Í ár varð biðið um uppskot har evnið var: Burðardygg bygging.

Um neystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag verður m.a. sagt soleiðis í grundgevingini:

“Tað er ednast teknistovuni at skapa eitt serligt samspæl millum bygning, virksemi og list, ið fremur bæði umhvørvisliga burðardygd og mentanarligt tilvit í Klaksvík, í Føroyum og yvirhøvur.

Neystið er nýhugsan av siðbundna føroyska neystinum við træfasadum og stórum vindeygum, har innara og uttara rúmið renna saman. Húsið er bygt av tilfari, sum ikki krevur viðlíkahald og við flagtaki, ið virkar sum natúrlig bjálving. Eitt listarverk, ið er gjørt burtur úr einum siðbundnum báti, prýðir felagshúsið, og ger samspælið millum bygning, virksemi og listaverkið til ein veruleika.

... Klaksvíkar Róðrarfelag er ein verkætlan, ið bæði verjir náttúrua og fremur mentanarliga arvin.”  

Hini tilnevndu til umhvørvisvirðislønina eru:

Íslendski arkitekturin Arnhildur Pálmason “fyri sín tvørfakliga áhuga og áherslu á endurnýtslu av byggitilfari”.

Álendska felagið Löfbacka Traditionsbygg AB, ið eru vorðin “serkøn innan burðadygga bygging í smærri støddum umframt bygningsviðlíkahald og vistfrøðiliga bygging”.

Svenska felagið ETC Bygg, ið er “ein heildarfyritøka, har bæði sosialur, búskaparligur og umhvørvisligur burðardyggleiki verður viðgjørdur samstundis”.

Finska Liisa Akimof, ið hevur ment eitt øki kring tokstøðina Hoplax í Helsingfors, sum er “eitt dømi um rundloysnir, sum betra um umhvørvið og gera tað burðardyggari og serliga hugvekjandi”.

Danska felagið Living Places Copenhagen. “Samfelagsrættaðir bygningar við lágum CO2-fótaspori, sum samsvara við marknaðarprísin á einum einfamiljuhúsi.”

Norsku Gaia Arkitekter, ið hava”fokus á “vistfrøðilig samfeløg” – ikki bert vistfrøðiliga bygging”.

Grønlendska Boligselskabet Iserit A/S fyri “fyrsta burðardygdar-góðkenda bygningin í Grønlandi”.

Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins er 300.000 krónur og verður avdúkað og handað í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum, sum komandi vetur verður hildin í Reykjavík.

Sí eisini: Myndir: Heimsins flottasta kappróðrarneyst tikið í nýtslu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder