Innanlands

Rógvi Jacobsen býráðslimur í nakrar mánaðir

Hann tekur sæti fyri Anniku Steintórsdóttir Biskopstø, sum er farin í barnsburðarfarloyvi

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2022-02-15 19:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár var Rógvi Jacobsen á sínum fyrsta nevndarfundi í býráðnum, har hann hevur tikið sæti sum fyrsti varalimur hjá Tjóðveldi. Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Fyrst valdi býráðslimurin hjá Tjóðveldi, Annika Steintórsdóttir Biskopstø, er farin í barnsburðarfarloyvi, og Rógvi Jacobsen hevur nú tikið sæti fyri hana í býráðnum, umframt í hesum nevndum: Heilsunevndin, Mentanarnevndin, Trivnaðarnevndin Børn og ung, Trivnaðarnevndin Eldri og bústaðir og Umhvørvis- og býarskipanarnevndin.

Í mun til býráðsarbeiðið er kanska áhugavert at nevna, at Rógvi er sonur Steinbjørn O. Jacobsen, sum var býráðslimur í samanlagt 24 ár, frá 1997 til 2020, harav 8 ár sum borgarstjóri árini 2001-2008. 

Sostatt kann staðfestast, at Rógvi hevur kommunupolitikk í æðrunum, og nú hevur hann fyri fyrstu ferð tikið sæti, skrivar Klaksvíkar kommunua. 

Rógvi Jacobsen er útbúgvin timburmaður og er sjálvstøðugur vinnurekandi.

- Hesaferð verður tað bert í nakrar mánaðir, men eg síggi fram til at gera mær nakrar royndir í býráðsarbeiði, sum altíð hevur havt mín stóra áhuga, sigur Rógvi Jacobsen.

Væntandi verður avloysaratíðarskeiðið fram til í summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder