Rógvi Nybo er settur í starv sum trivnaðarleiðari í Runavíkar kommunu.
Rógvi er 35 ára gamal og býr í Hósvík. Hann hevur lisið við Keypmannahavnar Lærda Háskúla og hevur prógv sum cand.scient.pol, og hevur hann nógvar royndir frá fyrisitingarligum og politiskum høpum. Í góð trý ár hevur hann virkað sum fulltrúi á Barna- og Ungdómsdeildini hjá einari av stóru kommununum í Føroyum, og eisini er hann er býráðslimur í Sunda kommunu.
Rógvi byrjar í starvinum um hálvan august, skrivar Runavíkar kommuna.
Tá núverandi býráð í Runavíkar skipaði seg, setti tað sær fyri at skipa ein nýggjan bygnað í kommunalu fyrisitingini. Arbeitt hevur verið við málinum, og eftir at býráðið samtykti nýggja bygnaðin hevur verið arbeitt við at seta hann í verk.
Kommunustjórin Sæunn L. Nolsøe byrjaði í starvinum hálvan í hesum mánaðinum, og samsvarandi nýggja bygnaðinum eru trivnaðar- og mentanardeildin nú lagdar saman í eina deild, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald