Fríggjadagin 13. november verjir Rógvi Olavson sína ph.d.-ritgerð við heitinum: “Governance in Proximity. Administrative Intimacy and Crisis Management in the Faroe Islands”
Fróðskaparsetur Føroya skrivar, at verjan verður í Kongshøll - hetta er í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn - klokkan 13:00 13. november.
Sum ph.d.-lesandi hevur Rógvi Olavson verið innskrivaður og starvssettur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Í vegleiðaratoyminum eru Jens Christian Svabo Justinussen, lektari á Setrinum,
umframt Are Vegard Haug, professari á Oslo Metropolitan University og hjávegleiðari. Lektatin á Setrinum hevur verið høvuðsvegleiðari
Í metingarnevndini vera tríggir persónar: Hans Andrias Sølvará, professari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk ), Lise Hellebø Rykkja, professari á Universitetet i Bergen og Carsten Jensen, professari á Aarhus Universiteti
Til ber at lesa samandráttin av ritgerðini her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald