Innanlands

Rógvi Thorsteinsson nýggjur havnameistari hjá Tvøroyrar havn

Rógvi avloysir Jón Boga Guttesen, sum er farin í farloyvi

2022-07-02 16:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tvøroyarar kommuna: Rógvi Thorsteinsson er settur í starv sum havnameistari í Tvøroyrar havn, har hann avloysir Jón Boga Guttesen, sum er farin í farloyvi.

Rógvi Thorsteinsson 45 ára gamal og útbúgvin skipsførari. Hann hevur silgt við farmaskipum hjá Royal Artic Line síðan 2003, harav sum skipari síðan 2012.

Rógvi er ættaður úr Vági og búsitandi í Trongisvági við familju síni.

Rógvi Thorsteinsson byrjaði í starvinum tann 1. juli 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder