2020-03-18 20:01
Fríggjadagin klokkan 13 fer Rógvi at hava eina beinleiðis sending, og fer at greiða børnunum frá um krúnukrím, og fer sjálvandi eisini at gykla.
Boðini frá Rógva eru soljóðandi:
Góðu foreldur,
Við hesum ynski eg at hjálpa tí einstaka barninum, í barnahædd, at skilja, hví tað er so týðingarmiki, at vit øll gera eftir boðum frá landslæknanum, viðvíkjandi korona. Her hugsi eg serliga um, hví vit mugu vera heima og ikki á stovni/skúla; hví vit mugu vaska hendur ofta um dagin, og hví vit skulu halda frástøðu til hvønn annan.
Sendingin, sum verður beinleiðis á Facebooksíðuni her.
Hetta er ætlað børnum og vaksnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald