Innanlands

Rok í Nólsoy: Nú sluppu ferðafólkini í land

Løgreglan hevur skrivað nøvnini upp á teimum, sum mótmæltu

(Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

(Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

2019-09-01 21:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rok í Nólsoy seinnapartin og í kvøld. Tá Ternan kom til Nólsoyar klokkan 16:40 skipaðu nólsoyingar fyri einum mótmælistiltaki nú Ternan í tvær vikur skal røkja Sandoyarleiðina.

Nólsoyingar mótmæltu at Ternan í tíð og ótíð verður tikin frá teimum. Tá Ternan legði at bundu tey endar fast í skipið, og stongdu innsiglingina við endum.

So kom bíðistøða í. Manningin umborð og Strandferðslan vildi ikki leggja rampuna niður, so ferðafólkini sluppu í land. Løgreglan kom upp í, og hetta helt fram í fleiri tímar.

Nú klokkan var hálvgun tíggju - fimm tímar seinni - fór rampan niður, og ferðafólkini sluppu í land. Og tey ferðafólkini, eisini útlendingar, sum hava verið í Nólsoy í dag, sleppa nú til Havnar aftur.

Sum skilst hevur løgreglan skrivað nøvnini á teimum, sum mótmæltu upp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder