Mentan

Rokkandi punkrapp úr Ísrael á G!

Agat er ein djørv listakvinna, sum veruliga hevur kant í sínum persónleika

2024-03-12 12:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

G! festivalurin kunngerð í dag enn eitt navn til festivalin í Syðrugøtu í summar. Tað verður ein listakvinna, sum blandar hipp hopp, undangongupopp, punk og rapp, verður sagt.

Men festivalurin upplýsir tó ikki í tíðindaskrivinum í dag, at Agat, sum talan er um,  er ein sangarinna úr Ísrael.

Soleiðis verð Agat lýst í tíðindaskrivinum, har tey fegnast stórliga um at kunngera hetta spennandi navnið:

Av og á varnast tú ein tónlistarligan spíra, ið brádliga gerst klárur at ljóma um allan heimin. Soleiðis er við Agat. 

Hetta er ein djørv listakvinna, sum veruliga hevur kant í sínum persónleika. Hugsa tær nakað so spennandi, sum at blanda hipp hopp, málm, undangongupopp, punk og rapp — tað er stílurin. 

Konsertirnar eru orkumiklar og fullar av lívi, tá ið hon saman við trummuleikara og elektronikki flippar út á pallinum. 

Tað er nú greitt, at Of Monsters and Men (IS), Highasakite (NO), Eivør (FO), The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Alias Morera (FO/DK), Specktors (DK), Dania O. Tausen(FO), Einangran (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) og Jógvan (FO) spæla á  G! 2024, og fleiri nøvn eru á veg teir komani týsdagarnar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder